Frágreiðing : Søgnin sigur at onkuntíð í hungursárunum 1804- 1808 var so illa statt at folk doyði í hungri, tá tosaðu Toftabondin og systkynabarn hansara Gjørabondin, um støðuna og hvat í gjerast skuldi. Avrátt var so millum tei báðar, eftir at teir hevði biðji Várharra um hjálp, at Gjørabóndin skuldi fara i í hagan eftir einum seyðafylgi, so fólk kundi fáa okkurt at eta, ta var um vári, tá er ikki vanligt at taka seyð. Í meðan skuldi so Toftabóndin fara við báti sínum einaferð enn at vita um ikki nakar fiskur kundi fáast ( tað hevði verið fiskaloysi í fleiri ár ) Tá íð Gjørabóndin kemur við seyðafylginum oman móti Víkarætt hyggur ein av monnum hansara út á sjógv og sær àttamannafarði hjá Toftabóndanum hava upp í meistur. Seyðurin var sleptur og allir fóru í bátarnar og doyði ein stór grind í Vági,
|